Bæði U21- og A-landsliðið við monnum skulu spæla dystir í juni. Og til komandi dystirnar eru fýra HBarar úttiknir. Tveir á A-landsliðnum, og tveir á U21-landsliðnum.
Heini og Bartal Páll eru báðir í hópinum hjá U21, sum skal spæla ímóti Estlandi 7. juni.
Á A-landsliðnum eru Viljormur og Noah úttiknir. A-landsliðið skal spæla venjingardyst á útivølli ímóti Georgia 5. juni. Fýra dagar seinni, mánadagin 9. juni, spæla Føroyar HM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Gibraltar.























