Teitur er við aftur

Í maj tók hann við sum hjálparvenjari hjá monnunum, og nú hevur hann játtað at taka eitt ár afturat har hann, saman við Lukasz Cieslewicz, fer at standa við liðina hjá André.

– Eg eri ræðuliga glaður fyri at kunna vera ein partur av besta liðnum hjá HB, sjálvt um eg eri givin at spæla.

– Her er stuttligt at vera, og eg haldi tað er spennandi at síggja, hvussu teir ungu HBarnir mennast hvønn dag, sigur Teitur.

Vit fegnast um, at metmaðurin tekur enn eitt tak fyri felagið.