Norskur verjuleikari til HB

HB hevur gjørt avtalu við norska miðverjan, Per-Magnus Steiring.

Per Magnus er 28-ára gamal, og kemur úr norska felagnum Skeid, har hann hevur spælt seinastu fýra árini.

Hann er uppvaksin í ungdómsdeildini hjá norska stórfelagnum Rosenborg, har hann spældi fýra dystir. Allar í steypakappingini.

Hann beit seg ongantíð fastan í Rosenborg, og varð tí leigaður út til Viking í 2016, har hann fekk sínar fyrstu minuttir í bestu norsku deildini.

Árið eftir varð hann seldur til Sogndal í Eliteserien (fyrr Tippeligaen). Har var hann fastur maður í verjuni. Árið endaði tó við niðurflyting til næstbestu deildina. Per-Magnus fylgdi við, og spældi í Sogndal fram til 2019, tá boð aftur vóru eftir honum í bestu deildini, har hann varð leigaður út til Mjøndalen.

Steðgurin har var stuttur, og nakrar mánaðar seinni var hann aftur í Sogndal. Miðskeiðis í 2020 varð hann so seldur til Kongsvinger, har hann spældi í tvey ár, áðrenn hann fór til Skeid í 2022. Har hevur hann verið fram til nú, tá eitt nýtt ævintýr byrjar í Gundadali.

Við Per-Magnus fáa vit ein royndan spælara í besta aldri, sum hevur spælt næstan 200 dystir tilsamans í bestu og næstbestu deildini í Norra.

Við tilgondini av Per-Magnus er miðverjan væl mannað. Bartal hevur júst longt sáttmálan, og Áki er skaðafríur og fær allan uppstartin við. Umframt teir tríggjar hava vit eisini Heðin, sum kann traðka til í miðverjuni.

Vit bjóða Per-Magnus vælkomnan í Gundadal og frætta meira frá honum seinni.

Mynd: Skeid