Champions League undankapping í Føroyum

Nú er greitt, at undankappingin til Champions League verður spæld í Føroyum. Hetta er skipað sum tvær semifinalur og ein finala, har vinnarin kemur í 1. undanumfarið í Champions League.

Umframt okkum, verða tað meistaraliðini úr San Marino, Andorra og Kosovo. Semifinalurnar verða spældar 22. juni, og finalan 25. juni.