Lutakast í steypakappingini

Lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið. Men av tí at eitt undanumfar skal avgreiðast fyrst, vita vit ikki hvørjum vit møta í 1. umfari.

Í kappingini um Løgmanssteypið luttaka øll 18 feløgini í mannfólkadeildunum í Føroyum. Og av tí at tað ikki gongur heilt upp, skal eitt undanumfar til, áðrenn vit kenna okkara mótstøðulið.

Men vit vita tó við vissu, at talan verður um eitt suðuroyarlið, og at dysturin verður spældur í Gundadali. Tí tað fall so í lut, at tey bæði FC Suðuroy og Royn møtast í undanumfarinum, sum verður spælt sunnudagin 3. apríl. Vinnarin kemur so ein túr í Gundadal skírishósdag, sum er 14. apríl.

Mynd: Skíggjamynd, KVF