– Partur av onkrum stórum

– Eg eri partur av onkrum stórum. Soleiðis sigur Pætur, nú hann eisini hevur longt sáttmálan við HB til 2022. Hann er nú tann fjórði leikarin, ið eisini hevur fingið framtíðina uppá pláss teir seinastu dagarnar.

Pætur kom til HB í fjør, og spældi 39 dystir og skoraði 10 mál. Áðrenn kappingarbyrjan í ár var Pætur og royndarvandi uttanlanda. Men eftir at hava hugsað seg væl um, valdi hann at halda fram, og hevur nú lagt tvey ár afturat sáttmálanum.

– Eg føli at vit taka fótbóltin í Føroyum á eitt hægri støði. Tað er spennandi, og eg føli at hetta er tað rætta fyri meg, um eg skal taka næsta stigið.

Við sínum orku- og ferðmikla spælistílið, er Pætur ein týdningarmikil leikari í okkara spælistíli. Og tí fegnast Berthel sjálvsagt um at samstarvið heldur fram.

– Hann hevur ment seg til ein tann dugnaligasta, offensiva presspælaran í Føroyum, og hevur eisini lyft sítt støði – bæði tekniskt og taktiskt. Við hansara hugburði og arbeiðsídni er hann, longu í einum ungum aldri, sera týðandi fyri tað mentan vit fegin vilja hava, sigur Berthel at enda.

Mynd: Rakul Hansen