Góðkend byrjan!

Ársins fyrsti dystur endaði við teprum 1-0 sigri, og hóast leikliga yvirvág allan dystin kundi tað verið endað heilt galið til síðst.

Vit høvdu bóltin so at siga allan dystin. Tær fáu ferðirnar EB/Streymur fekk fatur á honum, fingu teir sjáldan meira enn 3-4 samanhangandi avleveringar, áðrenn vit vunnu hann aftur. Høga og ágrýtna pressspælið riggaði væl, tó uttan at vit fingu skapt teir heilt stóru møguleikarnar. Besti møguleikin var, tá Pætur kom at standa púra fríur í brotsteiginum, men skallaði bóltin uppum.

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hendi tað, sum vit eftirhondini hava sæð ofta fyrr. Vit fingu eitt fríspark á brotsteigarmarkinum, og Adrian, sum stutt frammanundan hevði haft eina naska frísparksroynd, var sjálvandi settur at skjóta. Hann tekur tvey fet og setir hegnisliga bóltin í mótsatta málhorn uttan nakran sum helst møguleika hjá EB/Streyms-málmanninum. Og sum norsku viðmerkjararnir á TV2 hildu fyri, so hevði hasin bólturin farið inn, um so øll 52.000 fólkini í Føroyum stóðu fyri.

Ágrýtna spælið helt fram, men tað bleiv ikki til teir heilt stóru og opnu møguleikarnar. Tað mesta kom uttanfyri feltið, har Adrian hevði bæði skot á yvirleggjaran umframt eina frísparksroynd, sum bleiv bjargað á strikuni. Men inn vildi bólturin ikki.

Síðstu 10 minuttirnar hendi tað, sum ofta hendir. Hóast EB/Streymur ikki hevði haft eitt einasta skot upp á mál, blivu teir brádliga vandamiklir. Fyrst mátti Teitur finna eina fótparadu fram, tá fyrrverandi HBarin, Símun Sólheim, royndi seg úr spískum. Og lítla løtu seinni kom EB/Streymari púra leysur ímóti málinum, men Teitur bjargaði meistarliga.

Í síðsta minutti fara vit í mótálop, og Pætur gerst púra leysur úti í høgru síðu. Á veg ímóti málinum kemur ein EB/Streymari flúgvandi og krøkir beinini undan honum. Ivamál er, um Pætur var blivin heilt leysur, men hóast mótmæli var dómarin eirindaleysur. Reytt kort til EB/Streyms-leikaran.

Men reyða kortið tóktist ikki ræða teir bláu og svørtu, sum í dag spældu í hvítum. Tí beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var Adrian offur fyri einari fullkomiliga høpisleysari takkling, sum á einum góðum degi allarhelst hevði kostað meira enn eitt gult kort. Men líkamikið litin á kortinum, so bríkslaði dómarin dystin av stutt eftir, og vit kundu fegnast um tey trý stigini.

Nógv gott var at síggja í dystinum, hóast vit mundu verið revsaðir fyri ikki at avgera dystin. Vónandi kunnu vit vera meira avgjørdir í teimum vandamiklu støðunum, soleiðis at vit sleppa undan at seta okkum undir óneyðugt trýst, tá vit næsta vikuskifti skulu til Fuglafjarðar.

Hagtøl

Betri Deildin menn

HB – EB/Streymur 1-0 (1-0)
1-0 Adrian Justinussen

Liðið í dag: 1 Teitur M. Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 5 Delphin Tshiembe, 4 Heðin Hansen, 6 Daniel Johansen – 18 Mathias Nygaard (25 Øssur Dalbúð), 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu – 11 Pætur Petersen, 10 René Shaki Joensen (17 Bartal Wardum), 7 Adrian Justinussen

Óbrúktir eykaleikarar:  16 Jákup Højgaard, 20 Ási Dam, 22 Dánjal Reginsson, 23 Hanus Pauli Danielsen, 28 Samuel Chukwudi

Dagsins leikari: Adrian Justinussen