07 Vestur í hálvfinaluni

Beint eftir sigurin á B36, var lutakast um hvør skal møtast í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Og tað liðið, sum vit blivu paraðir saman við, var 07 Vestur.

07 Vestur hevur spælt seg í hálvfinaluna við at vinna á ÍF í 1. umfari og AB í fjórðingsfinaluni.

Hálvfinalurnar vera spældar 28. juni og 27. september.

Mynd: FSF/Bjarni Enghamar