Samuel skrivað sáttmála

16-ára gamli Samuel Johansen Chukwudi hevur undirskrivað sáttmála við HB. Samuel hevur í ár spælt á U17, U21 og í 1. deild, og í dystinum ímóti NSÍ í 25. umfari, fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum.

Samuel verður lýstur sum ein skilagóður miðvallari, sum við hørðum arbeiði og eyðmjúkleika er komin har hann er í dag. Vit ynskja honum til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum at síggja meira til hann.