Rasmus farin aftur til Danmarkar

Málverjin Rasmus Nilsson er givin í HB, og er farin aftur til Danmarkar at spæla.

Rasmus kom til HB í fjør frá danska felagnum Frem. Hóast føroysku ættarbondini hevði hann ikki spælt í Føroyum áður. Nú hann fer avstað, stendur hann skrásettur fyri fýra dystir á besta liðnum. Tríggjar í landskappingini, og ein í steypakappingini.

Vit takka Rasmus fyri tíðina í HB, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Hagtøl: FaroeSoccer