Rasmus tekur kappingina upp

Ungi málverjin Rasmus Nilsson legst afturat hópinum. Hann er uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt við Hvidovre og seinast Frem.

Rasmus hevur føroysk ættarbond, og hevur verið partur av føroysku U19- og 21-landsliðunum. Hann hevur ongantíð áður spælt í føroyskum fótbólti, men nú er hann til reiðar at taka kappingina upp við landsliðsmálverjan, Teit Gestsson.

At tveir landsliðsmálmenn fara at kappast um plássið, er, sambært Rasmus, bara gott.

– Eg kann læra eina rúgvu frá Teiti. Hann er ein royndur málmaður, sum hevur spælt eina rúgvu av stórum dystum. Hann kann geva mær góð ráð, so eg kann menna meg sum málmann. Saman skulu vit skapa eitt gott venjingarumhvørvi. So fáa vit at síggja, hvør stendur í málinum, tá kappingin byrjar. Men eg eri til reiðar at taka kappingina upp. Og eg vil geva alt fyri at vísa meg fram.

Annars verður hann lýstur sum ágrýtin málmaður, við góðum reaktiónsevnum. Hann er harðmæltur tá hann stýrur verjuni. Eisini er hann dugnaligur við bóltinum, og dámar væl at luttaka í uppbyggjandi spælinum. So hann hevur alt tað, sum mann vil hava frá einum nýmótans málmanni.

– Og so dámar mær væl at verða hoyrdur, leggur Rasmus afturat við einum smíli.

Við tilgongdini av Rasmus hava vit tríggjar sterkar málmenn í hópinum. A-landsliðsmálmannin Teit, U21-landsliðsmálmannin Rasmus og unga og evnaríka Pætur Róason.

Sáttmálin við Rasmus er galdandi í eitt ár, men kann leingjast fram til 2025.