Fluttir dystir

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, og í steypakappingini.

Broytingarnar koma m.a. av koronasteðginum og evropeisku dystunum hjá okkum. Heimadysturin ímóti KÍ, sum eftir ætlan skuldi spælast ólavsøkudag, verður spældur mikudagin 20. oktober. Somuleiðis er útidysturin ímóti ÍF, sum skuldi spælast komandi vikuskifti, fluttur til 15. september

Útsetta fjóðringsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti B71 verður spæld 22. september.