Dysturin verður mánadagin

Stutt áðrenn dystarbyrjan hjá Betri monnum leygardagin, metti dómarin at vegna ov nógv vatn á vøllinum, var ikki ráðiligt at spæla dystin. Dysturin var tí av ongum.

Men nú er greitt, at dysturin verður spældur í morgin, mánadagin 27. september, kl. 15.30.

Hetta er eitt heldur óvanligt tíðspunkt at spæla dyst í, men av tí at vit eru komin somikið langt í kappingarárinum, er ringt at finna aðrar tøkar tíðir.