Til Klaksvíkar at verja steypið

Lutakast hevur verið til áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, og fyrsta forðingin í royndini at endurvinna steypið er KÍ. Dysturin verður spældur í Klaksvík mikudagin 8. juli.

Somu lið hittust eisini í hálvfinaluni í fjør. Tá endaði fyrri dysturin í Havn 1-1. Seinni dysturin í Klaksvík var heldur dramatiskur. Hóast verjukendan taktikk við einari rúgvu av tíðarspillu frá KÍ, avgjørdi Ari Mohr Olsen dystin í yvirtíðini. Hesa ferð verður bert talan um ein dyst.

Sum upptakt til áttandapartsfinaluni, hittast bæði liðini í landskappingini mikukvøldið. Atgongumerki verða bert seld í forsølu, og tey kunnu keypast HER!