Trý stig norður um fjørðin

Við einsamalla málinum tíðliga í dystinum syrgdi Dan fyri, at øll stigini komu norður um Suðuroyarfjørð.

Einasta málið fall longu í 12. minutti, tá Dan bleiv spældur púra fríur av Øssuri. Men áðrenn tað høvdu vit longu bankað uppá, tá Øssur og Mathias høvdu havt nærgangandi royndir, har tann eina bleiv bjargað á málstrikuni.

Hóast sigurin gjørdist tepur, var hann ongantíð í vanda. TB hevði lítið og einki at bjóða upp á frammeftir og fingu sjáldan frið at seta meira enn 2-3 avleveringar saman. Og tá ein TBari fekk sítt seinna gula kort miðskeiðis í seinna hálvleiki, tóktist tað sum, at vit bara skuldu fram at avgera dystin. Og um Mathias hevði fingið ordiligt skot á bóltin bara ein minutt eftir, at TBarin varð sendur undir brúsuna, hevði verið liðugt og farið.

Men sum so mangan, tá eitt lið er í undirtal, gera teir eitt sprell. Og so var eisini hesa ferð. TB kom longur fram á vøllin, tó uttan at tað bleiv rættuliga vandamikið.

Tá tað restaðu 7 minuttir, vísti Berthel enn einaferð yvirskot og álit, tá hann setti 16-ára gamla framherjan Áka Debes Samuelsen á vøllin, sum harvið fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum. Áki er sonur fyrrverandi málrevin, Eyðun Samuelsen, so evnini hevur hann ikki frá ongum. Nakrar minuttir seinni kom Samuel eisini á vøllin, og harvið endaðu vit dystin við tveimum 16-ára gomlum á vøllinum.

Hetta var triði dysturin uppá 9 dagar, so hópurin hevur verið pressaður í seinastuni. Men nú er ein vika til næsta dyst, sum verður í Gundadali ímóti Skála.

Hagtøl

Betri Deildin menn

TB – HB 0-1 (0-1)

0-1 Dan í Soylu

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson (liðsk) – 15 Heri Hjalt Mohr, 17 Bartal Wardum, 4 Heðin Hansen, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 10 René Shaki Joensen (28 Samuel Johansen Chukwudi), 11 Pætur Petersen (29 Áki Debes Samuelsen), 25 Øssur Dalbúð

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Delphin Tshiemebe, Ási Dam, Dánjal Reginsson

Dagsins leikari: Dan í Soylu

Mynd: Rakul Hansen