Í januar og februar verður árliga venjingarkappingin VFF Cup hjá monnum. Fyrsta umfar verður leygardagin 18. januar, og finaluumfarið verður ein lítlan mánað seinni, leygardagin 15. februar.
Skráin sær soleiðis út:
- Leygardag 18. januar – EB/Streymur-HB
- Leygardag 25. januar – HB-NSÍ
- Leygardag 1. februar – HB-B36
- Mikudag 5. februar – 07 Vestur-HB
- Leygardag 8. februar – HB-Víkingur
- Leygardag 17. februar – Finaluumfar
Klokkutíðir verða ásettar, tá vit nærkast dystardegi.
Veður og annað kann ávirka, og tí skal skráin takast við fyrivarni.
Ikki alment skrásettir dystir
Dystirnir í VFF Cup telja ikki sum almennir dystir, og tí verða dómaraseðlar ikki skrivaðir. Men FaroeSoccer fer at skráseta lyklahendingar sum:
- Fyrstu 11
- Hvør kom inn (líkamikið nær, og líkamikið hvør fór út)
- Hvør kom ikki inn
- Málskjúttar (og nøkulunda minutttøl ella raðfylgjan bara)
- Dómarar
Hetta telur tó ikki við í almennu hagtølunum hjá feløgum og spælarum.