Jólagávan til allar HBarar

Stefan er reyður og svartur.

20-ára gamli miðvallarin Stefan Radosavljevic verður at síggja í HB-búnanum í næsta ár, eftir at partarnir hava undirskrivað 2-ára sáttmála.

– Eg havi hugsað nógv um hetta, har eg havi viga fyrimunir og vansar. Men orsøkin til at eg havi valt at skifta til HB, er fyrst og fremst tí at eg vildi royna nakað nýtt, sigur Stefan sum tað fyrsta, tá vit spyrja hann um hví valið fall á HB.

Hóast sín unga aldur, hevur hann longu spælt 96 dystir í bestu deildini. Hann hevur verið ein eyðsýndur leikari í føroyskum fótbólti í nøkur ár, fyrst fyri TB og síðani fyri B36. Men hóast hann eftirhondini er at rokna sum ein profilur í deildini, tekur hann einki fyri givið, men fer eyðmjúkur til verka.

– Eg skal fyrst og fremst vinna mær fast pláss á liðnum. Og so hjálpa liðnum at røkka so langt sum gjørligt. Klári eg hetta, er næsta málið at spæla meg nærri føroyska A-landsliðnum, sigur Stefan.

Stefan hevur góðar royndir í europeiskum dystum, og skoraði m.a. eitt avgerandi mál fyri B36, tá teir teir spældu seg víðari í Europa League ímóti The New Saints. Og tað at sleppa at spæla við í europeiskum dystum, var nakað sum hevði stóran týdning, nú hann valdi at skifta felag.

– Tað at spæla úti í Europa, og at sleppa at spæla Champions League fyri fyrstu ferð, vigaði nógv. Tað er spennandi at sleppa at royna, og tað kann HB bjóða, sigur hann at enda.

Vit bjóða honum vælkomnum í felagið, og gleða okkum til 16. januar, tá fyrsti venjingardysturin er á skránni.

Gleðilig jól.

© Havnar Bóltfelag. Teksturin, ella partar av honum, kunnu ikki endurgevast uttan skrivligt samtykki frá høvundinum.