Tað verður ein endurtøka av 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið frá í fjør – bara við umvendum forteknum.
Okkara metmaður, Teitur Matras Gestsson, sum øllum kunnugt hevur lagt handskarnar á hillina, var í einum nýggjum leikluti, tá hann kastaði lut, um hvør skuldi møtast í steypakappingina. Og eftir at hava drigið okkum úr bollanum, kom KÍ. Hetta verður so annað árið á rað, at vit møta KÍ í 1. umfari. Í fjør í Klaksvík, hesa ferð í Gundadali.
Dysturin verður spældur antin 7. ella 9. apríl.