Nýtt navn í venjaratoyminum

Eftir at Helmand boðaði frá, at hann gavst í felagnum, var beinanvegin farið at leita eftir einum avloysara. Hann er longu funnin, og er byrjaður í starvinum sum kropsligur venjari hjá Betri monnum.

Talan er um 29-ára gamla norðmannin Petter Skogsletten, sum kemur úr einum starvi í danska felagnum FC Nordsjælland.

Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann.

– Eg havi verið virkin innan fótbóltin tey síðstu 10 árini, har eg samstundis havi nomið mær venjaraútbúgving og útbúgving innan ítróttarvísind. Tey síðstu 4 árini havi eg verið kropsligur venjari. Fyrst í Bodø/Glimt í Norra, og síðani í FC Nordsjælland í Danmark.

– Hetta er eitt spennandi og ambitiøst felag, og eftir nakrar samrøður við Dali, var eg ikki í iva, um at hetta var tað rætta fyri meg. Og so dregur tað eisini, at sleppa at royna seg í í einum nýggjum landi við einari aðrari mentan, sigur Petter í stuttari viðmerking.

Vit bjóða Petter vælkomnum í felagið.