Reint borð ímóti grannunum

Vit megnaðu at venda 0-1 til 2-1, og hava harvið vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti B36 í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Dysturin byrjaði ikki so væl fyri okkara viðkomandi, tí longu eftir 10 minuttir mátti Mikkel Dahl av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom Hilmar Leon, sum tó skuldi vísa seg at hava avgerðandi týdning. Og fyri at gera ilt verri, legði B36 seg á odda í 13. minutti.

Vit svaraðu tó væl aftur, og áðurnevndi Hilmar Leon fekk javnað til 1-1, tá 20 minuttir vóru spældir. Eftir gott spæl í høgru kom Heri ígjøgnum og legði væl innfyri. Pætur fekk skot á, B36-málmaðurin hálvbjargaði, men Hilmar Leon var skjótur á returinum, og so var 1-1.

Vit vóru meira á bóltinum, men fóru so líðandi eitt sindur. B36 tók eitt sindur yvir, tó uttan at teir fingu teir heilt stóru møguleikarnar. Einaferð var tó vandi á ferð, tá fyrrverandi HBarin, Sebastian Pingel, fór um koll í brotsteiginum. Tað bleiv ýlt og brølað um brotsspark, men dómarin lat ikki við seg koma. Endurtøkur vístu eisini at antin var talan um jarðskjálvta, ella var Heðin bara tann sterkari í duellini.

Málspark førdi til sigursmálið

Seinna hálvleikur byrjaði sum eitt ódnarveður, har vit løgdu nógv fyri. Sigursmálið bleiv eisini skotið longu í 51. minutti, men tað var ikki eftir áhaldandi trýst. B36 var í álopi, men bólturin fór út til málspark. Teitur gjørdi skjótt av, og smekkaði bóltin 70 metrar fram til Pætur, sum í duell við B36-verjuleikara, fekk prikað bóltin fram við málmanninum. Stór frøði, og 3. málið hjá Pæturi ímóti B36 í ár.

Ímóti endanum vildi B36 enn einaferð hava brotsspark, men eisini hesa ferð var floytan hjá dómaranum kúrr. Harvið vunnu vit okkara 3. dyst ímóti B36 í ár, og hava fyribils lagt sjógv millum okkum og teir, í stríðnum um FM-heitið.

Hagtøl

Betri Deildin menn

B36 – HB 1-2 (1-1)

1-0 Eli F. Nielsen
1-1 Hilmar Leon Jakobsen
1-2 Pætur J. Petersen

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 4 Heðin Hansen, 17 Bartal Wardum, 6 Daniel Johansen – 9 Tróndur Jensen, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 7 Adrian Justinussen (25 Øssur Dalbúð), 11 Pætur J. Petersen (19 Hørður Askham), 22 Mikkel Dahl (23 Hilmar Leon Jakobsen)

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Áki Debes Samuelsen

Dagsins leikari: Heri Hjalt Mohr

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo