– Fantastiskt at vera aftur
Tað eru fyrstu orðini, tá vit spyrja Teit, hvussu kenslan er at vera aftur í HB-blusuni.
Teit fekk sín fyrsta dyst á okkara besta liðið, longu sum 16-ára gamal í 2014. Tey bæði næstu árini var hann at rokna sum meira ella minni fastur maður, og avrikini vóru so sannførandi, at boð vóru eftir honum úr danska Superligu-felagnum SønderjyskE. Í 2018 varð hann leigaður heim til okkum, men tá var hann so óheppin at hann sleit krossbandið, tíðliga í kappingini. Og hann var ikki meira enn komin fyri seg aftur, tá óhappið aftur rakti hann. Men hóast tíðin í SønderjyskE varð nógv darvað av skaðum, men tað hevur ikki tikið mótið frá Teit. Hann gleðir seg at koma ígongd aftur, men dreymurin um gjøgnumbrotið uttanlands er ikki sleptur enn.
– Eg eri ikki liðugur at droyma um yrkisfótbólt. Vónin er sjálvandi at eg sleppi avstað aftur, men beint nú snýr tað seg um at eg komi fyri meg, og spæli hetta kappingarárið. So fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur. Og tað er sjálvsagt fantastiskt at eg kann sleppa at gera tað í HB, sigur Teit.
Teit hevur sínar styrkir í framrættaða spælinum, og tað er eisini her at vit kunnu vænta at hann fer at gera seg galdandi. Men fyrst og fremst snýr tað seg um liðið.
– Vit (Berthel og Teit, red.) hava tosað eitt sindur um mín leiklut. Eg spæli á flestu av fremstu plássunum, men eg eri øgiliga fleksibul, so eg kann eisini spæla aðrastaðni, um tað skal vera. Eg spæli har sum eg passi best inn, leggur hann afturat.
Uppvenjingin er í gongd, og Teit væntar at venja við fullari orku um ein mánað. Og gongst alt sum ætlað, verður hann aftur á vøllinum um mánaðarskiftið mars/apríl.
Vit ynskja honum vælkomnan aftur í Gundadal, og gleða okkum at síggja aftur á vøllinum.