Mikukvøldið kl. 18 verður seinna og avgerandi hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrri dysturin, sum eftirhondini bleiv spældur fyri meira enn trimum mánaðum síðani, endaði við javnleiki 1-1. So alt er enn opið.
Seinastu dystirnir eru ikki koppaðir okkara veg, men tað skal ikki forða okkum í møta upp, og stuðla okkara monnum. Tí er tað nakrastaðni vit kunnu gera mun, er tað uttanfyri vøllin.
Og tí letur HB-húsið eisini upp kl. 17, tá grillin eisini verður tendrað. Har ber til at keypa sær okkurt til náttura, og fáa sær okkurt leskandi afturvið.
So komið øll í Gundadal, og stuðlið okkara monnum. Teir hava uppiborið tað!