Símun í hopla

Við trimum málum og einum uppleggið átti Símun Samuelsen sín stóra leiklut í 4-0 sigrinum á B71.

Hóast greiða leikliga yvirvág fóru vit til hálvleiks við støðuni 0-0. Fyrsta hálva tíman gekk spælið øgiliga seint. Vit høvdu kanska bóltin í 80% av tíðini uttan at brúka hann til nakað skilagott. Um menn fingu hitaslag, nú sólin kagaði fram, er óvist. Men pent var tað í øllum førum ikki.

Tá góður hálvur tími var spældur, smekkaði Tróndur til ein bólt, beint uttanfyri feltið. Málmaðurin hjá B71 fekk vart fyri við beinunum. Men hetta tóktist seta gongd í okkum. Spælið gekk skjótari, og vit fingu skapt nakrar stórar møguleikar. Síðsti neyvleikin manglaði tó, og vit fóru til hálvleiks við støðuni 0-0.

Vit byrjaðu seinna hálvleik, har vit endaðu fyrra, og eftir 50 minuttir fekk Símun Samuelsen endiliga hol á. Fimm minuttir seinni økti hann til 2-0, og eftir 68 minuttir skoraði hann sítt triðja mál, og harvið hattrikk. Tíggju minuttir fyri leiklok vildi Dan eisini spæla við. Og eisini her var Símun við í spælinum, tá hann átti næstsíðsta fótin á bóltinum.

Alt í alt ein tryggur sigur, har vit skaptu nógvar møguleikar. Harvið eru vit triðja árið á rað í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Hagtøl

HB – AB 4-3
1-0  Símun Samuelsen
2-0  Símun Samuelsen
3-0  Símun Samuelsen
4-0  Dan í Soylu

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson (liðsk.), Daniel Johansen, Adrian Justinussen (Pætur Petersen), Dan í Soylu, Tróndur Jensen (Andreas Breimyr), Jógvan Skeel Nolsøe (Símun Sólheim), Símun Samuelsen, Hørður Askham, Ari Mohr Olsen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Rói Davidsen, Villiam Emil Klein, Bjarni Brimnes

Mynd: Rakul Hansen