Bartal longt sáttmálan

Bartal Wardum hevur longt sáttmálan við HB. Síðani hann á fyrsta sinni kom á besta liðið, sum 16 ára gamal, hevur hann verið meira ella minni fastur maður, og er nú skrásettur fyri 158 dystir og 9 mál. So hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann. Hann hevur eisini umboða Føroyar á ungdómslandsliðum, og varð úttikin til A-landsliðið fyrr í ár.