Við 2-0 sigri á Víkingi, tryggjaðu menninir sær Stórsteypið – annað árið á rað.
Talan var um ein javnan dyst, har Víkingur var meira á bóltinum, tó uttan at skapa teir stóru málmøguleikarnar. Okkara vardu væl, og liðið var sera væl skipað.
Heimvendi Dan í Soylu skoraði beinleiðis uppá hornaspark, miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Og beint eftir steðgin skoraði nýggi áleyparin Emil Grønn Pedersen til 2-0.
Hetta var síðsta royndin, áðrenn landskappingin byrjar fríggjakvøldið 7. mars, tá B68 kemur á vitjan í Gundadali. Tann dysturin byrjar kl. 18.30.
Mynd: RSmedia / HB