Serligar umstøður krevja serlig atlit

Nú landið er meira ella minni í undantaksstøðu, hevur hetta, flestum kunnugt, haft stóra ávirkan á alt virksemi felagsins. HB-húsið er stongt, og allar barna- og ungdómsvenjingar eru fyribils avlýstar.

Undir vanligum umstøðum var landskappingin hjá monnum farin ígongd, men hon er fyribils útsett í tvær vikur. Hetta hevur eisini sína ávirkan á fyrireikingarnar til kappingarárið. Spælararnir fóru heim í síðstu viku, meðan venjaratoymið arbeiddi við einari loysn, har til ber at venja, samstundis sum at øll atlit frá heilsumynduleikum verða fylgd, frætta vit frá venjaratoyminum.

– Vit halda allar spælararnar í gongd, og hava givið teimum eina venjingarskrá, sum teir skulu fylgja heima við hús. Við hesi skrá kunnu teir viðlíkahalda konditións- og styrkivenjing. Tá tað kemur til bóltvenjing, eru teir settir saman í smáum bólkum á 2-3 spælarar. Hesir møtast so hvør sær at venja, og hava einki samband við restina av hópinum. Eisini skulu teir hava í huga, hvørjum teir eru saman við í gerandisdegnum.

Tað ber ikki til at siga, nær gongd kemur á aftur. Sum útgangsstøði liggur alt stilt til 28. mars, men støðan broytist allatíðina. Tí kunnu vit ikki gera annað enn at taka ein dag í senn. Tá alt kemur í rættlag, ber heldur ikki til at fara beint ígongd við dystirnar. Sjálvt um venjingin verður hildin nøkundunda við líka, hava spælararnir eitt sindur av rusti, sum skal bankast av. Og hetta er galdandi fyri øll feløgini í landinum.

Men eitt er fótbóltur. Eitt annað er tann álvarsligi veruleikin vit nú skulu taka hædd fyri. Og tí ræður um, kanska meira enn nakrantíð, at vit standa saman – hvør sær.

– Hetta er sjálvsagt ein álvarsom støða vit øll eru komin í. Og tí vilja vit heita á øll um at vísa varsemi, og at virða tær avgerðir sum verða tiknar. Hóast tær kanska kunnu tykjast vera ógvusligar viðhvørt. Men hetta er neyðugt, so at vit kunnu koma aftur til tann gerandisdagin vit kenna. Gerandisdagin har vit kunnu vera saman sum vit plaga. Har tað ikki er óvanligt at heilsa uppá hvønn annan, taka í hondina á hvørjum øðrum og geva hvørjum øðrum ”high-five”, sigur Berthel at enda.

Sum nevnt eru allar kappingar hjá FSF fyribils útsettar, men vit kunna okkara limir so skjótt okkurt nýtt verður at frætta.