Vit eru í steypafinaluni

Við máli í síðsta minutti sendi Ari okkum í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Hóast KÍ vardi við øllum, teir hava lært, hava teir ikki lært at verja seg ímóti Ara.

Dysturin var øgiliga taktiskur, har KÍ einans hevði áhuga í at verja og drála. Og hóast yvirvág í spæli høvdu vit ilt við at finna hol í kompaktu KÍ-verjuni. Sum dysturin leið, løgdu vit meira trýst á og gjørdu eisini nakrar broytingar, millum annað við at senda Hørð longur fram á vøllin.

Men tá klokkan setti hol á seinasta minuttin, og fleiri kanska høvdu ásannað, at tað ikki bleiv nøkur steypafinala fyri okkara viðkomandi í ár, sló Ari til. Tróndur, sum allarhelst hevði fingið bóltin ígjøgnum eitt lyklarhol – í myrkri og við bind fyri eyguni – fann eitt hol í kompaktu KÍ-verjuni. Ari fór til stroks, og komin inn í brotsteigin smekkaði hann til. Bólturin fór undir KÍ-málverjan við nærmastu stong og í málið. Gleðin var stór, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og stóra HB-áskoðarafjøldin fór væl nøgd aftur til Havnar.

Vit gloyma nú steypakappingina eina løtu, tí tað eru fýra mánaðir, til hon verður spæld. Hon verður á Tórsvølli 21. september.

Hagtøl

KÍ – HB 0-1 (0-0)

0-1 – Ari Mohr Olsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Pætur Petersen), Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Bartal Wardum), Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hlöðversson, Daniel Johansen, Símun Sólheim