Sunnudagin spældi Daniel sín dyst nr. 100 fyri HB í bestu deildini. Harvið er hann nýggjasti limurin í Klubb 100, og kann vænta sær eina gullnál tá kappingarárið endar.
Daniel fekk sínar fyrstu minuttir í bestu mansdeildini í 2015, tá hann í 23. umfari bleiv skiftur inn, í einum 2-1 tapi ímóti grannunum úr B36. Hetta var tó ikki hansara fyrsti dystur fyri besta mansliðið, tí longu í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið sama árið, bleiv hann skiftur inn.
Hann hevur ymsastaðni á vøllinum, og hóast hann kanska er mest kendur sum vinstri bakkur, vísti hann seg frá síni bestu síðu sum miðvallari í steypafinaluni í 2019, tá hann saman við Dan stýrdi dystinum á miðjuni.
Árið 2020 var árið, har hann slerdi sítt navn rimmarfast í føroyskum fótbólti. Hóast hansara fremsta uppgáva er at verja, prógvaði hann fyri øllum, at hann hevur eitt tað besta vinstrabeinið í landinum, tá hann við 20 uppleggum, var leikarin við flest uppleggum í Betri Deildini.
Umframt teir 100 dystirnar í bestu deildini, er tað eisini blivið til 14 dystir í steypakappingini, 4 europeiskar dystir og 3 stórsteypadystir. Fyrsta A-landsdystin hevur hann enn til góðar, men tað má bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn hann eisini kann skriva A-landsliðsleikari á sítt CV.