Samuel ársins Ítróttastjørnuskot 2020

Leygarkvøldið 13. februar var Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á triðja sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið

Tilsamans vórðu fimm heiðurslønir lætnar, har ímillum heiðurslønin fyri ársins ítróttastjørnuskot, sum okkara egni Samuel vann. Í grundgevingini skrivar ÍSF m.a., at Samuel er eitt dømi um ein sera evnaríkan leikara, ið einans 17 ára gamal hevur gjørt seg galdandi á besta liðnum. Hann hevur tikið seg beinleiðis av U17-landsliðnum upp á U21-landsliðið. Hann var eisini við á venjingarleguni hjá A-landsliðnum seinasta vikuskifti.

– Eg hevði gott nokk ikki væntað, at eg fór at vinna hetta her. Eg var uppi ímóti tveimum øgiliga sterkum ítróttafólkum, segði ein bilsin Samuel við KVF, beint sum hann bleiv kunngjørdur sum vinnari.

Tá heiðurin bleiv avdúkaður, hevði Berthel, okkara fyrrverandi venjari, eisini nøkur orð at bera Samuel.

– Eg lærdi teg at kenna sum ein stóran drong, sum glaður kom súkklandi til venjing, við einum vælspentum súkkluhjálmi. Tað næsta árið menti tú teg til at blíva ein stóran og sterkan ungan mann, sum sjálvt teir bestu áleypararnir í Føroyum blivu bangnir fyri at møta, segði Berthel m.a. við KVF.

Vit í HB eru sera errin av Samuel, sum við hørðum arbeiði og eyðmjúkleika, vísir vegin fyri nógvar av okkara yngru limum.

Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto