Jonas Dal Andersen gevst sum høvuðsvenjari í HB

Høvuðsvenjarin hjá Betri-monnum í HB hevur sagt seg úr starvi.

– Tað hevur ein trupul avgerð at fara av skútuni, tí eg havi verið sera glaður fyri at vera í felagnum, men hon kemur av ov stórum sveiggjum í avrikunum síðstu tíðina. Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at aðrar kreftir skulu til at lyfta spælararnar nú, sigur Jonas Dal Andersen.

HB harmast um støðuna, sum er íkomin, og ætlanin er, at Kevin Schindler tekur yvir sum venjari næstu dystirnar.

HB takkar Jonas fyri stóra arbeiði, hann hevur lagt í felagið.

Mynd: in.fo