Seinasti dystur áðrenn summarsteðgin endaði við einum tryggum 5-0 sigri AB.
Felags fyri teir síðstu fýra dystirnar hjá okkum er, at tað er komið mál innan fyrstu 5 minuttirnar. Og soleiðis var aftur í dag. Beint áðrenn klokkan rundaði 5. minuttin, hevði Ari lagt okkum á odda 1-0.
Hóast vit tóktust hava kontrol á dystinum, vóru argjamenn naskir og royndu at hótta, tó uttan at tað bleiv heilt vandamikið. Tá kann sigast, at vit vóru vandamiklari. M.a. hevði Adrian tvey skot á stengurnar, meðan Dan bleiv snýttur fyri tað klárasta brotssparkið hesumegin Ekvator, tá hann kom einsamallur ímóti AB-málverjanum. Hann fekk lyft bóltin upp um málverjan, men bleiv í somu løtu smekkaður niður. Fólk tóktust bara bíða eftir, um bólturin fór í mál, men tá hann ístaðin fór á stongina og út, væntaðu tey flestu, at dómarin fór at bríksla fyri brotssparki. Men so varð ikki, og tey flestu sótu spyrjandi. So vit máttu fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki settu vit trumf á, tá fyrst Tróndur legði okkum á odda 2-0. Fáar minuttir seinni økti Dan til 3-0. Vit høvdu alla tíðina tamarhald á støðuni, men tey flestu sótu við kensluni av, at við eitt sindur meira nærlagni kundu vit fingið fleiri mál. Men hesi komu ikki fyrr enn heilt ímóti dystarenda. Fyrst var tað innskifti Pætur, sum økti til 4-0, áðrenn dagsins maður Ari, setti punktum til 5-0.
Hagtøl
HB – AB 5-0 (1-0)
1-0 Ari Mohr Olsen
2-0 Tróndur Jensen
3-0 Dan í Soylu
4-0 Pætur Petersen
5-0 Ari Mohr Olsen
Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson (Daniel Johansen), Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Adrian Justinussen (Pætur Petersen), Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Símun Samuelsen, Hørður Askham (Sebastian Pingel), Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen
Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hloðversson, Jógvan Skeel Nolsøe, Símun Sólheim
Dagsins leikari: Ari Mohr Olsen
Mynd: Rakul Hansen