Dysturin í VFF Cup ímóti 07 Vestur, sum eftir ætlan skuldi spælast í Sørvági, er fluttur til Havnar og á Tórsvøll.
Dysturin verður spældur mikukvøldið 5. februar kl. 18.00.
Hóast hetta er 4. umfar í venjingarkappingini VFF Cup, hava vit bara spælt tveir venjingardystir, tí dysturin ímóti EB/Streymi varð avlýstur. Hinir báðir eru báðir endaðir við tapi ímóti ávíkavist NSÍ og B36.