HB hevur fingið tilgongd av lettiska verjuleikaranum Klāvs Kramēns. Hann er 192 cm høgur og spælir í miðverjuni.
Klāvs hevur spælt 84 dystir í bestu deildini í heimlandinum, og 42 dystir í bestu deildini í grannalandinum Litava, har hann hevur umboðað Dainava og FK Suduva.
Sum nevnt hevur Klāvs bert spælt í baltisku londunum, so tað at skulu spæla í Føroyum er ein øðrvísi avbjóðing fyri hann. Ein avbjóðing, sum hann gleðir seg til.
– Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, og eg eri sera spentur uppá at spæla í Conference League. Og so sjálvandi at vera á einum liðið, sum ætlar sær at spæla um steyp. Tað at sleppa at royna meg í einum nýggjum landi við einari øðrvísi mentan, er sera spennandi.
– Eg veit, at her er ein sterk felagskensla. Fólk ganga upp í fótbóltin við lívi og sál, og tað er ikki nakað, sum eg eri vanur við í sama mun í Lettlandi og Litava. Felagið verður rikið á ein professionellan hátt, og eg veit, at venjaratoymið er sera professionelt og krevjandi. So nú er tað upp til mín at arbeiða hart og prógva, at eg skal vera á liðnum.
Partur av sterkari verju
Sum verjuleikari er fremsta uppgávan at verja. Og hyggja vit eftir hagtølum, so er Klāvs ein spælari, sum hevur skil fyri tí defensiva. Í farna kappingarárið var tað bert meistaraliðið í Litava, FK Žalgiris, sum fekk færri mál ímóti enn FK Suduva.
– Í fjør var eg partur av liðnum, sum fekk næst fægst mál ímóti í landskappingini. Til tann partin skal eg so fyrst og fremst geva mítt íkast. Vit ikki skoraðu nógv, men HB spælir meira offensivt, so eg vóni, at við góðum álopi og sterkum verjuspæli, at vit kunnu gera okkum galdandi ovast í kappingini og vinna steyp.
Minnist landsdystirnar
Føroyar og Lettland hava spælt nakrar landsdystir eftirhondini, og tað er her, hann hevur fingið eitt sindur av kunnleika um føroyskan fótbólt.
– Eg kenni ikki so øgiliga nógv til føroyskan fótbólt, men havi sjálvsagt hoyrt um tey feløgini, sum plaga at spæla úti í Europa. Og so minnist eg eisini seinasta landsdystin millum Lettland og Føroyar, sum Føroyar vunnu, leggur hann flennandi afturat.