Adrian skoraði ársins mál

Átta mál vóru í uppskoti til ársins mál, harav vit áttu tey trý. Málið hjá Daniel ímóti ÍF, málið hjá Dan ímóti Víkingi og so sjálvandi ársins mál hjá Adrian, ið hann skoraði ímóti KÍ. Atkvøtt var á heimasíðuni hjá FSF, har atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50%, meðan atkvøðurnar hjá einum serfrøðingabólki taldu 50%. Adrian fekk 20,5%, Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk 19,9% og Dan fekk 19,2%. So tað kann ikki sigast annað, enn at tað var sera tætt.