Mennirnir byrja heima

Leikskráin fyri Betri-deildina hjá monnum 2025 er klár, og vit spæla ársins fyrsta dyst á heimavølli ímóti B68. Tann dysturin verður spældur fríggjakvøldið 7. mars.

Serliga mai mánið sær harður út, tá fimm landskappingardystir eru á skránni. Tá møta vit NSÍ heima og úti, Víkingi heima og úti og KÍ heima. Harafturat kemur ein møgulig hálvfinala í steypakappingini.

Kappingin um Løgmanssteypið byrjar mikudagin 9. apríl. Fjórðingsfinalurnar verða spældar annan páskadag, mánadagin 21. apríl og týsdagin 22. apríl, meðan fyrru og seinnu hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni. Kappingarárið endar við steypafinalu á Tórsvølli leygardagin 31. oktober.

Øll leikskráin sæst HER.