Tá Mikkel, í vikuskiftinum, skoraði til 3-0 ímóti TB, var tað samstundis hansara mál nr. 50 í Betri Deildini. Og til at skjóta hesi 50 málini, hevur hann bert brúkt 48 dystir.
Tað var Jens Berthel Askou, sum á sumri 2020, fekk Mikkel hendanvegin. Øll segl vóru sett inn eftir FM-heitinum, og tað eydnaðist til fulnar. Mikkel hevði sín stóra leiklut í tí FM-heitinum, tá tað bleiv til 14 mál í 13 dystum.
Árið eftir setti hann met í bestu føroysku deildini, tá tað bleiv til 27 landskappingarmál. Tað mesta, sum ein leikari hevur skorað eitt kappingarár.
Í 2022 valdi hann at royna eydnuna í Leiknir í Íslandi. Her eydnaðist ikki eins væl, og árið endaði við niðurflyting úr bestu deildini.
Í ár valdi hann so at venda málnøsina suðureftir, og “heim” í Gundadal. Og tað hevur hepnast stak val, har tað higartil er blivið til 9 mál í 10 dystum.
Umframt tey 50 málini í Betri Deildini, hevur Mikkel skotið eitt mál í Conference League. Tað var á útivølli ímóti Maccabi Haifa. Hóast eina málnøs sum fáur, hevur Mikkel ikki skotið nakað mál í kappingini um Løgmanssteypið enn, har hann í øllum fimm dystunum higartil, er farin málleysur av vølli. Men tey hagtølini hevur hann møguleika at betra um, tá vit síðst í juni skulu spæla hálvfinalu ímóti 07 Vestur.
Hagtøl: FaroeSoccer
Mynd: in.fo