Lutakast í steypakappingini

Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

Megna vit at spæla okkum víðari ímóti B71, verður hálvfinalan, eins og í fjør, ímóti NSÍ.

Korona ávirkaði eisini steypakappingina í fjør, og tí var bert ein hálvfinala. Hon bleiv spæld á uttanveltaðum vølli í Klaksvík. Í ár eru vit farin aftur til gamla leistin, har liðini fáa hvør sín heimadyst. Spæla vit okkum víðari, verður fyrra hálvfinalan í Gundadali 21. september, meðan seinni dysturin verður við Løkin 2. oktober.

Fjórðingsfinalan á útivølli ímóti B71 verður mikukvøldið 9. juni.