Thomas Bjørn seldur til FCK

U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála.

Hann hevur í nøkur ár verið eyðsýndur á okkara ungdómsliðum, og frá í summar verður tað FCK, sum fær gleði av hansara evnum.

– Thomas hevur fysisku fortreytirnar fyri at gerast ein toppspælari. Harumframt hevur hann bæði teknikk og taktiskt skil. Hann er ein glaður drongur, sum elskar at venja tað, sum hann ikki longu dugur. Vit síggja hann sum eitt talent við stórum evnum, sum vit gleða okkum at síggja í FCK, har vit vónandi kunnu menna hann enn meira, sigur Mikkel Køhler, Head of Recruitment í ungdómsdeildini hjá FCK.

Eitt stórt stig á leiðini

Thomas Bjørn flytur til Danmarkar í summar, og byrjar í FCK 1. juli. Og sjálvur er hann sera spentur at taka hetta stigið á sínari yrkisleið.

– Hetta er eitt stórt stig fyri meg, og ein dreingjadreymur sum gongur út. Hetta er nakað eg havi arbeitt fram ímóti. Eg veit, at eg kann menna meg enn meira her, og FCK er tað rætta staðið fyri meg.

– Eg eri errin av at skriva sáttmála við eitt so stórt felag sum FCK, tí tað hava ikki verið so nógvir føroyingar her. Eg havi sæð Brand á landsliðnum, og so veit eg, at Todi er limur í Legends Club her.

– Eg gleði meg sera nógv at flyta til Keypmannahavn, og eg eri til reiðar at arbeiða en harðari. Eg havi nógv at læra, og eri vísur í, at FCK kann hjálpa mær at blíva ein enn betri fótbóltsspælari. Tað er mítt mál, sigur Thomas Bjørn við heimasíðuna hjá FCK.

Navnframir føroyingar í FCK

Thomas Bjørn verður tann triði føroyingurin í FCK, eftir at navnframir spælarar sum Todi Jónsson og Brandur Hendriksson fyrr hava gjørt seg galdandi har.

– Hetta keypið er partur av okkara strategi, um at vit vilja hava størstu talentini í norðurlondum, sum við røttu menningini kunnu røkka hægstu tindarnar. Vit gleða okkum at fylgja honum í menningini, og fegnast um at vit aftur hava ein føroying í felagnum, sigur Mikkel Køhler at enda.

Thomas Bjørn skal gera skúlan lidnan í Føroyum, áðrenn hann byrjar í FCK 1. juli. Tað er við blandaðum kenslum at vit missa ein so evnaríkan spælara. Men vit vilja aldrin standa í vegin fyri okkara ungu spælarum, sum vilja røkka enn longri. Og hetta prógvar samstundis, at okkara ungdómsdeild er ein lopfjøl fyri ungar føroyskar spælarar.