André tekur yvir

Hann tók yvir sum fyribilsvenjari eftir Adolfo Sormani, og nú tekur André Olsen endaliga við sum høvuðsvenjari hjá Betri-monnum restina av hesum kappingarárinum.

Afturat sær hevur hann fingið Teit og Trónd sum hjálparvenjarar, Jens Martin er komin aftur sum málmansvenjari, og ein annar gamal kenningur í felagnum, Áki Johansen, er settur sum greinari. Umframt hesar nýggju menninar, er ein onnur broyting gjørd í venjaratoyminum. Steinar W. á Tórgarði, sum higartil hevur verið fysioterapeutur, er fluttur fram sum fysiskur venjari.

Myndir: RSmedia / HB