Sáttmáli við Bjarna Brimnes

HB hevur í kvøld gjørt sáttmála við 18 ára gamla Bjarna Brimnes, sum hevur traðkað sínar barnagaggur í felagnum.

Bjarni er tryggur miðverji og hevur í ár verið við á U21-liðnum, í 1. deild og var við Betri-liðnum norðuri á Eiði í dystinum móti EB/Streymi, har vit vunnu við trimum málum móti ongum, – men Bjarni kom ikki inn tann dystin. Tað hevur hann so til góða.

Tillukku við avtaluni !

Mynd: Turid Láadal Sejersdóttir