Eftir nøkur ár í útlegd hevur Heini Fossdalsá Sørensen sett kósina heim aftur í HB-húsið.
Tekniskt dugnaligi miðvallarin fór sum 13-ára gamal niður til Danmarkar, har hann gjørdist partur av akademiinum hjá FC Midtjylland, sum er eitt tað størsta í Norðurlondum. Hann hevur spælt í toppinum av donskum ungdómsfótbólti, og hevur eisini royndir frá Youth League. So hóast talan er um ein ungan spælara, hevur hann roynt meira enn flestu av sínum javnaldrum.
Síðani gekk leiðin longur norð, til Thisted FC, har hann eitt skifti var liðfelagi hjá einum øðrum HBara, Daniel Johansen. Sáttmálin við Thisted FC gekk út á nýggjárinum, og nú hevur Heini so leitað sær aftur á matrikkulin, har alt byrjaði. Og tað fegnast bæði vit og hann um.
– Tað kennist øgiliga væl. Tað kennist rætt at koma heim aftur, og ordiliga fáa spæligleðina aftur. Tað at koma heim til barndómsfelagið følist sum tann rætta avgerðin beint nú. Eg eri ógvuliga spentur til komandi kappingarár, og eg gleði meg at koma ígongd.
Heini hevur vant við seinastu vikurnar, og spældi eisini við í venjingardystinum ímóti NSÍ. So ábendingar hava verið um, at hann fór at verða knýttur at hópinum í ár. Hetta verður so á fyrsta sinni, at Heini fer at spæla í Betri-deildini. Og hann hevur einki ímóti at leggja trýst á seg sjálvan.
– Vit vilja altíð spæla við um steyp. HB hevur vunnið Løgmanssteypið tvey ár á rað, og sjálvandi fara vit eftir tí triðja. Og so ætla vit okkum eisini at spæla við um FM. Tað er tað, sum vit arbeiða fram ímóti, sigur Heini at enda.
Sáttmálin er galdandi til og við 2026.
Myndir: RSmedia og HB
Hagtøl: FaroeSoccer