Upphiting til Stórsteypadystirnar

Nú kappingarárið 2020 stendur fyri durum, vilja vit fegin síggja allar HBarar í HB-húsinum leygardagin 29. februar í sambandi við Stórsteypadystirnar hjá kvinnum og monnum.

Vit lata dyrnar upp kl. 15, tá vit bjóða ein ókeypis kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið. Tá klokkan nærkast 16, fara vit mannsterk yvir á Tórsvøll at stuðla okkara kvinnum í Stórsteypadystinum ímóti KÍ.

Eftir dystin, tvs. kl. 18, er møguleiki at keypa sær ein døgurðabita í HB-húsinum, har vit bjóða lambskjøt. Døgurðin kostar 75 kr., og neyðugt er við tilmelding. Tilmeldingin fer fram við at senda okkum ein teldupost á hb@hb.fo. Seinasta freist at tekna seg til døgurðan er hóskvøldið 27. februar kl. 20.

Kl. 19 fara vit so yvir aftur á Tórsvøll, har okkara menn eisini skulu dystast um Stórsteypið.

Vit gleða okkum at síggja nógvar HBarar leygardagin.

Stórsteypið er latið av Lions Club, og allur peningurin frá atgongumerkjasøluni verður latin til vælgerandi endamál. Atgongumerkið kostar 100 kr., og tað er galdandi fyri báðar dystirnar.

Mynd: Rakul Hansen