Ári Arge skrivað sáttmála

Átjan-ára gamli Ári Arge hevur skrivað sáttmála við HB. Ári er verjuspælari, hevur spælt á øllum okkara ungdómsliðum fram til 2019, tá hann fór til Danmarkar, har hann m.a. hevur umboða OB í Odense. Nú er hann so aftur í barndómsfelagnum.

Ári hevur eisini spælt á føroyska U17- og U19-landliðnum.

Vit ynskja Ára til lukku við sáttmálanum.