Árligu Stórsteypadystirnir, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club, verða spældir á Tórsvølli leygardagin 29. februar.
Bæði Betri-kvinnur og -menn spæla ímóti KÍ. Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 16:00, meðan mennirnir byrja kl. 19:00.
Peningurin frá dystunum verður latin til vælgerandi endamál hjá Lions Club.