Fótbóltsskúlin 2024

Fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni skipar HB, saman við FSF, fyri fótbóltsskúla í Gundadali.

Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir í aldrinum 7 til 13 ár. Tað vil siga, tey sum eru fødd í 2011, og til og við 2017.

Allir luttakarar fáa, umframt góða venjing, eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.

Skráin fyri fótbóltsskúlan sær soleiðis út:

U7 – U9 (árg. 2015-2017)
28. juni kl. 13:00 til 16:00
29. juni kl. 11:00 til 14:00

U11 – U13 (árg. 2011-2014)
28. juni kl. 13:00 til 17:00
29. juni kl. 11:00 til 16:00

Kostnaður
U7 og U9: 550 kr.
U11 og U13: 600 kr.

Hósdagin 20. juni hækkar prísurin við 50 krónum.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 24. juni á midnátt.

Mynd: Mike Hendrickson / HB