Gullvenjararnir halda fram

Liljan og Simona, sum stóðu á odda fyri 1. deild kvinnum í fjør, taka eitt tørn afturat. Árið í fjør eydnaðist væl, og tær vunnu 1. deild í stórum stíli, heili 12 stig frammanfyri nr. 2.

Umframt at vinna 1. deild, sóu vit eisini, at fleiri og fleiri kvinnur løgdust afturat hópinum, sum árið leið.

Vit fegnast um at vit hava slíka drívmegi á kvinnusíðuni, og gleða okkum til at hoyra fleiri stuttligar dystarfrásagnir frá teimum.