Fótbóltsskúlin 2023

Fótbóltsskúlin hjá HB verður í Gundadali fríggjadagin og leygardagin, 11. og 12. august.

Fríggjadagin venja U11 og U13 frá klokkan 13:00 til 17:00, og leygardagin fra 10:00 til 15:00.

U7 og U9 venja frá 13:00 til 16:00, og seinna dagin frá 10:00 til 13:00.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldrinum 7 til 13 ár (fødd í 2010 til og við 2016).

Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.

Kostnaður
U7 og U9: 425 kr.
U11 og U13: 500 kr.

Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 7. august.

Atgongumerki til fótbóltsskúlan kunnu keypast HER.