Heilsufótbóltur er heilivágur

Hevur tú hug at spæla heilsufótbólt? Spælt verður á Eysturvølli mána- og mikukvøld kl. 20.00-21.30.

Gransking hevur staðfest, at heilsufótbóltur er góður fyri likam og sál. Her snýr tað bara um at røra seg eitt sindur, og at hava tað stuttligt saman. Eingi krøv eru til royndir við fótbóltsspæli.

Hevur tú hug at vera við, er bara at møta upp á Eysturvølli.