Poul Michelsen og PM – saman við HB í 50 ár

Aftast (frá vinstru): Gunnar Nielsen, Páll Mohr Joensen, Hjørtur Niclasen, Silas Iversen, Benjamin P. Hansen, Eiri Bringsberg, Mathias Gunnarsson, Nóa Lind Nolsøe, Kristian F. Reynheim, Poul Eliasen, Poul Michelsen og Johan Petur Michelsen.

Fremst (frá vinstru): Rasmus Nolsøe, Robert M. Undir Leitinum, Jonas Gaard, Martin Godtfred Hammer, Joi Arge, Mathias M. Olsen, Jens Steingrímsson, Edvard Falkenberg, Villiam Ludvig Foget, Leon Samuelsen, Jóni Kjærbo og Gunnar Mohr.

——

Í ár eru liðin 50 ár, síðan Poul Michelsen og fyritøkan PM gjørdust fastur stuðul hjá dreingjadeildini hjá HB, sum í dag er U18.

Poul hevur sjálvur altíð verið ein íðin og trúgvur HB’ari og spældi í mong ár á besta liðnum hjá felagnum. Í sambandi við 50 ára samstarvið hava Poul og Sólrun Michelsen, saman við familjuni, valt at veita HB ein serligan fíggjarligan stuðul.

 

Tíverri finst eingin mynd frá stovningarárinum í 1976. Myndin omanfyri er tikin í 1978 og vísir dreingjaliðið hjá HB, sum PM tá stuðlaði.