Í samband við, at vit fara at hava HB-húsið meira opið fyri okkara barna- og ungdómslimum, so hevur ungdómsnevndin, í samstarvi við nakrar av okkara eldru HB’arum, gjørt avtalu um, at tað eru tey, sum koma at vera til staðar í HB-húsinum meðan kioskin er opin. Onkur nevnir hesar HB’arar “okkara HB-ommur og -abbar”. Tey fara saman við okkara Knút, at taka sær av kioskini.
Kioskin verður opin hvønn týs- og hósdag kl. 14-17. Har kann ein keypa sær okkurt at drekka ella eta. Borðspøl verða løgd fram til tey, sum hava hug at stytta sær stundir.
Millum hesar HB-ommur og -abbar, sum vera í kioskini, eru nøkur, sum hava uppalt leikarar, ið hava spælt barna-, ungdóms- og vaksnamannafótbólt í felagnum. Ja, summi av teirra vaksnu børnum spæla enntá fótbólt enn. Tey hava í nógv ár fylgt við HB. So hvør veit, kanska tey hava nakrar góðar søgur ella góð ráð til børnini ella foreldrini, sum koma inn á gólvið. Foreldur og onnur, tit eru eisini vælkomin ein túr at heilsa uppá.
Um onkur annar av okkara viðhaldsfólkum heldur, at hetta er júst nakað tey vilja hjálpa felagnum við, so er at seta seg í samband við limir í ungdómsnevndini, sum er mannað við Róki av Fløtum Jespersen, Sigmundi Mikkelsen og Allan Nolsøe.